23.03.2021

Kunngerð frá Fuglafjarðar kommunu um býráðsfund nr. 3/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 25. mars 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Uppskot til ískoytissáttmála í sambandi við liðugtgerð av barnaskúlanum í Fuglafirði.
  2. Uppskot til broyting í serstøku byggisamtyktini fyri øki B1, Toftanesvegur – Úti á Land – í Fuglafirði.