22.02.2021

Kunngerð frá Fuglafjarðar kommunu um býráðsfund nr. 2/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 25. februar 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Umsókn frá Havsbrún um byggiloyvi til leingjan av Fóðurbryggjuni.
  2. 2. viðgerð í sambandi við dagføring av kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu.
  3. Íbúðarbyggingin Úti á Land – uppskot um at flyta bygningin 1 metur oman móti fjørðuni.
  4. Umvæling av ”bankettuni” á landingarkaiini/Pelagoskaiini – kunning til býráðið.