Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 25. februar 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:
- Umsókn frá Havsbrún um byggiloyvi til leingjan av Fóðurbryggjuni.
- 2. viðgerð í sambandi við dagføring av kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu.
- Íbúðarbyggingin Úti á Land – uppskot um at flyta bygningin 1 metur oman móti fjørðuni.
- Umvæling av ”bankettuni” á landingarkaiini/Pelagoskaiini – kunning til býráðið.