Mikukvøldið 25. mai, kl 19.00 verður almennur kunnandi fundur í Mentanarhúsinum, har Fuglafjarðar kommuna saman við Havsbrún, kunnur um ætlanir og framtíðar íløgur í kommununi.
Fuglafjarðar býráð leggur fyri við eini støðulýsing og teim ætlanum sum arbeitt verður við. Borgarstjóri og nevndarformenn/kvinnur leggja fram.
- Fíggjarstøða
- Útsykkingar
- Heilsumiðstøð, ungdómshús
- Ferðavinnupolitikkur og menningarætlan við Sissal Kristiansen.
Somuleiðis hevur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún eina kunnandi framløgu um íløgur og ætlanir hjá Havsbrún. Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari á kvøldinum og møguleiki verður at seta spurningar.
Laksaóðbitar og ein kaffidussur verður boðið.
Ein ítøkulig skrá fyri kvøldið verður løgd út týsdagin 24. mai.
Fuglafjarðar kommuna