22.05.2022

Kunnandi fundur fyri borgarar 25. mai kl 19:00 í Mentanarhúsinum

Mikukvøldið 25. mai, kl 19.00 verður almennur kunnandi fundur í Mentanarhúsinum, har Fuglafjarðar kommuna saman við Havsbrún, kunnur um ætlanir og framtíðar íløgur í kommununi.

Fuglafjarðar býráð leggur fyri við eini støðulýsing og teim ætlanum sum arbeitt verður við. Borgarstjóri og nevndarformenn/kvinnur leggja fram.

  • Fíggjarstøða
  • Útsykkingar
  • Heilsumiðstøð, ungdómshús
  • Ferðavinnupolitikkur og menningarætlan við Sissal Kristiansen.

Somuleiðis hevur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún eina kunnandi framløgu um íløgur og ætlanir hjá Havsbrún. Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari á kvøldinum og møguleiki verður at seta spurningar.

Laksaóðbitar og ein kaffidussur verður boðið.

Ein ítøkulig skrá fyri kvøldið verður løgd út týsdagin 24. mai.

Fuglafjarðar kommuna