04.11.2020

kommunvalevnir simultantelva ímóti Helga D. Ziska

Í kvøld kl.19 hava tit møguleika at síggja kommunvalevnir simultantelva ímóti Helga D. Ziska.
Listi B hava melda Magna Jøkladal, Dan Askham og Sofus Gregersen til, meðan tey á lista F hava sett Leif André Eliassen, Georges Rouah og Sheilu Sigurdsdóttir.
Spennandi er at vita hvat tey á Lista Á finna uppá 🙂
Kaffi verður bryggjað, so fólk eru vælkomin oman í Mentanarhúsið kl.19 at hyggja.
Helgi Dam Ziska er júst farin undir fyrsta talvtíman í vetur.
kl. 17.00 - 18..00 fyri børn og vaksin & børn saman
kl. 18.00 - 19.00 fyri miðaltelvaran
Fuglafjarðar kvøldskúli
P.s. Tað er enn pláss í Kvøldskúlanum 😉