09.11.2020

Kommunuvalið og skúlastýrisvalið verður í Mentanarhúsinum týsdagin 10. november frá kl.10.00 til kl.20.00.

Inngongd til valhølini verður við høvuðsinngongdina, ímóti smábátahavnini. Valhølini eru umskipaði orsaka av koronastøðuni. Kommunuvalið verður í niðara sali og skúlastýrisvalið í ovara sali. Útgongdin verður vestureftir fyri tey, ið bert hava verið á kommunuvali, og niðaneftir fyri tey, ið hava verið á skúlastýrisvali (sí teknining).

Tað er umráðandi at veljarar sprita hendurnar við inngongdina og við útgongdina. Minnist til at halda frástøðu. Um veljari ynskir masku er møguligt at fáa hana við inngongdina.

Allir veljarar fáa hvør sín penn, at nýta til atkvøðugreiðsluna.