Vilt tú hava stóra ávirkan?
Vilt tú vera við til at gera strategiskar ætlanir sum røkka inn í framtíðina?
Fuglafjarðar kommuna leitar eftir einum visionerum kommunustjóra, ið megnar at finna javnvágina í eini kommunu har súlurnar eru vitan, vinna og mentan.
Fuglafjarðar kommuna hevur ein greiðan og vælskipaðan byg-nað við væl skikkaðum starvsfólkum. Starvið sum kommunustjóri setur serstøk krøv til leiðslueginleikar og persónsmensku, tí uppgávurnar spenna frá ítøkiligum, kommunalum avbjóðingum til strategiskar ætlanir, ið røkka inn í framtíðina.
Fyri rætta umsøkjaran er talan um heilt sjáldsama góðar møguleikar at geva íkast til menningina av Fuglafjarðar kommunu, heilt frá barnaansing og mentamálum til veitingar og karmar til nakrar av landsins størstu fyritøkum.
Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í stjóraprofilinum.
Løn og setan
Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. juni 2022, ella skjótast tilber eftir hetta. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur, og møguleiki er fyri áramálssetan.
Umsókn og upplýsingar
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: davur@fuglafjordur.fo.
Umsóknir skulu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. apríl 2022 kl. 12.00.
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Dávur Juul, borgarstjóra á tlf. 238077.