11.12.2020

Kommunuskrivstovan verður stongd komandi dagarnar

Kommunuskrivstovan í Fuglafirði er fyribils stongd vegna flyting.

Í sambandi við, at kommunuskrivstovan í Fuglafirði nú flytir frá Ennivegi 38 og í nýggj hølir Í Støð 5, har Eik Banki fyrr helt til, verður kommunuskrivstovan stongd frá kl. 13:00 í dag fríggjadagin 11/12-2020 og til og við týsdagin í komandi viku. Kommunuskrivstovan verður opin aftur til vanliga tíð mikudagin fyrrapart 16. desember.

Komandi tiðina fer kommunala fyrisitingin í Fuglafirði at húsast í tveimum bygningum; ávíkavist á áðurnevnda bústaði Í Støð 5, har býráðssalurin eisini er staðsettur, og í hølum hjá ”Bassa”, har Framherji fyrr helt til, á bústaðnum Karvatoftir 4, har nøkur av starvsfólkunum longu nú eru flutt inn.

Ímeðan flutt verður er møguligt hjá borgarum at koma í samband við kommunalu fyrisitingina á telefon 668000. Er átrokandi tørvur á at koma í persónligt samskifti við kommunalu fyrisitingina, er møguleiki fyri tí við at venda sær til starvsfólk á bústaðnum Karvatoftir 4.

Fuglafjarðar kommuna