10.07.2021

Knappa fuglafjarðarlyndið: Prinsessublómur og vinnulívskongar

Fuglafjørður hevur í dag landsins størsta vinnuøki, og virksemið fevnir um allar liðir í framleiðsluketuni. Tað er serstakt - men tað er neyvan av tilvild, at hetta er júst í Fuglafirði. Fleiri vilja vera við, at ein serlig fuglafjarðarmura - eitt serligt dna - fær fuglfirðingar at seta sær stór mál og røkka teimum eftir stuttari tíð. Tað merkti Margretha drotning eisini sum ung, tá hon var á spontanari vitjan í Fuglafirði

 

prologur - Fuglafjørður 1963:

Tað hevði verið ein so vakur sunnudagur í juli. Fólk vóru so smátt farin at rigga til nátturða. Men tey, ið hesa løtuna hugdu út á fjørðin, mundu narra sær eyguni og vantrúgvin rópa á húsfólkið fyri at vita, um eisini tey sóu hesa óvanligu sjón.

Øll, sum hugdu út á vágna, sóu kortini tað sama. Øll steðgaðu á.

Út úr táminum, sum lá um tann blikandi fjørðin, stevndi tað stolta hvítt- og gullmálaða kongsskipið, Dannebrog.

Um dagin høvdu Fríðrikur 9., kongur, og døtur hansara verið í Oyndarfirði á almennari vitjan - og nógvir fuglfirðingar høvdu gingið upp um skarðið í stívasta pussi fyri at síggja kong og tær tríggjar prinsessurnar.

Men nú sást á øllum brøgdum, at kongsfarið púra óvæntað eisini fór at leggja at í Fuglafirði. Kvikliga troðkaðust fólk saman á atløgubryggjuni fyri at taka ímóti. Kirkjan varð latin upp og gjørd klár til kongsvitjan, og í skundi bant ein einkja tríggjar vakrar bukettir við blómum úr egnum garði. Hon sendi tríggjar smágentur í grannalagnum heim at pynta seg, og tá prinsessurnar løtu seinni spákaðu framvið, fingu tær hvør sítt vakra blómutyssi frá gentunum.

Tó at vitjanin var ófráboðað, varð hon minnilig, og danskir miðlar skrivaðu, hvussu fuglfirðingar eftir ongari tíð skipaðu eina móttøku við kirkjuvitjan, spadseritúri og blómutyssum »fra egen have«.

***

Corpus, Fuglafjørður 2021:

Henda hendingin ber boð um lyndiseyðkennini í Fuglafirði. Tey óttast ikki at taka av óvæntaðum møguleikum. Tey ræðast ikki knappar handlingar og skiftandi umstøður, tí alt man nokk fara at laga seg - so leingi, sum tey bara laga seg eftir tí, sum hendir.

Eyðkennini frá óvæntaðu kongsvitjanini, sum varð so væl loftað, síggjast í dag serliga á stóra vinnuliga økinum, sum fyllir allan eystara arm í Fuglafirði, heilt frá Enni og heim undir Piddasa handil. Eitt øki, sum undir áðurnevndu kongsvitjan mestsum bara var bøur og hagi.

Men vinnulívið vaknaði við sildini í 60'unum - og Havsbrún. Menningin seinastu árini hevur snøgt sagt verið ótrúlig, nú bæði Vónin, Effo, JT electric, Pelagos, Bergfrost, Framherji, Petur Larsen, KJ og Sandgrevstur eru løgst afturat, og tey umboða øll ymsar liðir í matvøruvinnuni í økinum.

Í Føroyum er einki annað vinnuøki so konsentrerað, so væl útbygt og so førleikakrevjandi, sum júst hetta økið norðuri á kaiini í Fuglafirði - og tó at tað bara búgva 1600 fólk í bygdini, eru heili 1000 arbeiðspláss á økinum.

Her eru størv til ófaklærd, men eisini størv, ið krevja førleikar, útbúgvingar og gransking - og sum styðja undir støðugu menningina.

Her eru allir liðir í framleiðsluketuni - heilt frá veiðu til fiskamjøl, frá fiskafóðuri til fyrstafloks rávøru, frá virking til goymslu. Her er svartkjaftur. Makrelur. Laksur.

Her eru menn, sum hava mangan brattan farið. Sum hava brúkt sítt lív á sjónum og soleiðis fingið veldiga vitan um fiskiskap, reiðskap og mið. Um marknaðir og sølu.

Her eru granskarar, mennarar og sølufólk, sum støðugt bøta um veiðu og vøru. Fólk, sum kenna søguna og serliga fuglfjarðarlyndið - og sum tí vita, hvat verður væntað av teimum.

Her eru ungfólk úr øllum landinum. Flestu teirra við einum dreymi, ið við hørðum arbeiði og góðari fortjenastu skjótt kann náast: Ein fjakkaraferð. Eitt brúdleyp. Ein útbúgving.

Her eru ymisk fólk, ymsir førleikar og ymisk tilknýti, men her er eingin, sum svevur sjóvarfallið av sær.

Tí tað ger man ikki í Fuglafirði.

Epilogur - Fuglafjørður 2021 og 1963: 

Í fyrsta uppskotinum frá 60'unum um at byggja stóra sildavirkið, Havsbrún, umframt eitt tilhoyrandi frystivirki, stóð sum grundgeving skrivað: »Lat okkum vísa vilja og áræði, sum tað sømir seg okkum, fuglfirðingum.« 

Aðrar grundgevingar vóru ikki neyðugar. Bert henda eina, at man sjálvandi skal vísa vilja og áræði, tí tað sømir seg fólkaslagnum undir Blábjørgum.

Tað er áhugavert. Undranarvert. Og alla æru vert.

Spyrt tú tey um tað, yppa tey øksl og svara, at soleiðis hevur man altíð gjørt í Fuglafirði - tað liggur bara í. Vovið í DNA-streingin, heldur onkur.

Hvussu er og ikki, so taka tey møguleikan, tá hann býðst.

Tað prógvaði einkjan, sum leyp út í garðin, valdi vakrastu blómurnar og bant tær saman, ímeðan kongur og prinsessurnar óvæntað stigu á land. Hon hugsaði og handlaði um eina leið fyri at lofta møguleikanum og gera tað, sum sømdi seg. Tó at støðan kom óvart á, gagnnýtti hon í eini knappari vend tað, sum var fyri hondina.

Sama er galdandi fyri vinnuna í Fuglafirði, sum støðugt hevur gagnnýtt tað, sum hevur verið fyri hondina, og sum í eini knappari vend mangan hevur loftað møguleikum á bestan hátt.

Sum dømi kann nevnast risastóra uppisjóvarvirkið, Pelagos, ið uppá bara átta mánaðir fór frá at vera eitt hugskot og til at hava fulla framleiðsu. Átta mánaðir! Frá fjarum tanka til framleiðslu.

Tað er óhoyrt.

Men í Fuglafirði er tað kortini hoyrt. Tí hetta knappa lyndiseyðkenni er ein inngrógvin partur av søguni um bygdina og bygdarfólkið, sum framvegis verður søgd fyri bygdarbørnunum aftur og aftur.

Tað er helst hetta, sum ger, at vinnan í Fuglafirði støðugt veksur, mennist, umskapast og tillagar seg til skiftandi fortreytir. Tað er hendan muran, sum ikki fornoktar seg.

Og sama hvat framtíðin bjóðar - sama hvat hendir við avtaluni ímillum strandalondini, Brexit ella viðurskiftunum við Russland og ES - sama hvat hendir innan heimsins matvørutørv, heimsmálini, gransking ella onnur skiftandi hugrák um tilfeingið, ja, so er í øllum førum eitt sera sannlíkt:

Sterka vinnulívið í Fuglafirði - og tey eyðkennini, sum tað byggir á - verða verandi.

Tí í Fuglafirði vil man vísa áræði og vilja. Man tillagar seg. Fylgir við. Gongur undan. Brýtir normar og vanahugsan. Og søguliga orsøkin til, at man ger tað, er, at »tað sømir seg okkum fuglfirðingum«.

Eins og tað sømir seg at handa teimum kongaligu blómur - sama um vitjan teirra er ætlað ella ikki.