12.02.2024

Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Giljagarður søkir eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. apríl 2024 ella skjótast gjørligt aftaná. Talan er um starvsbrøk 0,75, ið svarar til eitt miðaltímatal á 30t/viku. Starvast verður í dagtímunum og 3. hvørt vikuskifti.

Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk, og har arbeiða sjúkrarøktrfrøðingur, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt køksstarvsfólk og reingerðarfólk á Giljagarði.

Innihaldið í starvinum sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur er, at

  • tryggja og menna sjúkrarøktina á Giljagarði
  • hava ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á Giljagarði við geriatriskum, torgreiddum, bráðfeingis, somatiskum og sálarligum vandamálsstøðum
  • hava ábyrgd av undirvísing og upplæring av starvsfólkum
  • samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis
  • hava serlig fakøki so sum heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión um hendi
  • saman við deildarleiðara tryggja skjalfestan, gera og íverkseta mannagongdir

Vit kunnu bjóða

  • góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • at venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Vit vænta at tú

  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
  • hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi
  • ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og at tær dámar væl avbjóðingar
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (PCC)
  • hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing
  • dugir væl at málbera teg í skrift og talu og hevur góðan telduførleika

 Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ásu Ásmundsdóttir, leiðara, tlf. 730282 ella við telduposti asaa@eystur.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til asaa@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Viðmerkjast skal: ”Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð”.
Umsóknarfreistin er 28.02.2024.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her