21.06.2022

Klárt at dyrka grønmeti í Kálgørðinum

Orku- og umhvørvisnevnd í Fuglafjarðar kommunu hevur arbeitt við at fáa grønt øki út til borgarar, at velta grønmeti í. Áhugin var so minkið stórur at valt var at seta arbeiðið í verk. Økið ið verður brúkt til kálgarð er á Mirmansvegur 16.

Skúlin hevur eisini fingið eitt grønt øki á Mirmansvegur 26. Ætlanin hjá skúlanum er, at brúka økið í undirvísingini í fakunum Náttúru- og tøkni og í Lívfrøði, bæði fakligt og í praksis.

Tað bleiv burturlutaður ein vinningur, millum øll innkomin spurnabløð, í samband við kálgarðin. Jóngerð Ellingsgaard gjørðis hepni vinnarin, vit ynskja henni til lukku við vinninginum.

Vit ynskja øllum átta borgarum og skúlanum góðan byr við kálgørðunum.

Formaðurin og skrivarin í nevndini vóru til staðar, tá ið borgarar fingu handa tillutaða kálgarðin.