Tað verður hervið gjørt kunnugt, at sambært skriv frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, dagfest 05. juli 2016 verður kommunustýrisval í Fuglafjarðar kommunu týsdagin tann 08. november 2016.
Ein valevnislisti kann í mesta lagi hava 13 valevni og skal verða undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum. Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu verða á sama lista, sum valevnini eru skrivað á.
Hjálagdur skal verða ein serligur listi yvir stillarar, hvar teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði.
Ein persónur kann bert verða stillari á einum lista.
Valevnislistar skulu latast inn til Jákup Frants Larsen, kommunustjóra í seinasta lagi 18. oktober 2016 kl. 18.00 av einum stillara.
Uppskot um, hvussu ein valevnislisti eigur at verða settur upp, kann verða fingið til vega við at venda sær til býráðsskrivstovuna ella valnevnevndarformannin.
Avgreiðslutíðirnar á býráðsskrivstovuni eru millum kl. 10.00 og 15.00 mánadag til og við fríggjadag.
Býráðsskrivstovan hevur tann 18. oktober 2016 opið til kl. 18.00.
Fuglafjørður, tann 24. september 2016
Kommunuvalnevndin
Terji á Lakjuni
formaður
Valevnislisti kann heintast HER