Tað verður hervið gjørt kunnugt, at sambært skriv frá Løgmálaráðnum, dagfest 07. juni 2024 verður kommunustýrisval í Fuglafjarðar kommunu týsdagin tann 12. november 2024.
Ein valevnislisti kann í mesta lagi hava 13 valevni og skal verða undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum. Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu verða á sama lista, sum valevnini eru skrivað á.
Hjálagdur skal verða ein serligur listi yvir stillarar, hvar teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði.
Ein persónur kann bert verða stillari á einum lista.
Valevnislistar skulu latast inn til Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra í seinasta lagi 22. oktober 2024 kl. 18.00 av einum stillara.
Uppskot um, hvussu ein valevnislisti eigur at verða settur upp, kann verða fingið til vega við at venda sær til býráðsskrivstovuna ella valnevndarformannin.
Avgreiðslutíðirnar á býráðsskrivstovuni eru millum kl. 10.00 og 15.00 mánadag til og við fríggjadag.
Býráðsskrivstovan hevur tann 22. oktober 2024 opið til kl. 18.00.
Fuglafjørður, tann 08. Oktober 2024
Kommunuvalnevndin
Terji á Lakjuni
formaður
Valevnislisti kann heintast HER: