23.11.2020

Judith Olsen hevur lisið søgur fyri teimum eldru í 25 ár

Judith hevur trúføst lisið søgur fyri teimum eldru á Vesturstovu. Hon byrjaði við at gerast vitjunarvinur hjá einari eldri konu og tá hendan flutti á táverandi Oluffustovu, helt Judith fram við at vitja.

Hetta víðkaðist tá til, at hon ikki bert vitjaði tí einu konuna, men byrjaði at lesa søgur fyri øllum, sum búðu har.

Vesturstova lat upp í 1999 og fasti vikuligi tátturin hjá Judith at lesa søgur flutti við.

Spurd um, hvat fekk Judith fyrst at gerast vitjunarvin og síðani regluliga at vitja og lesa søgur fyri teimum eldru, svarar hon, at henni dámdi sera væl at koma og lesa fyri teimum eldru, tí hon sá, at hetta frøddi tey eldru. Hetta kendist ongantíð sum ein byrða men ein gleði at kunna gera hetta.

Hendan siðvenjan, saman við øðrum siðvenjum, har samkomur koma inn á eldrasambýlini at hava andaktir og borgarar koma inn at vitja, at spæla kort v.m., eru sera gevandi og meiningsfullar fyri okkara eldru.

Vesturstova skipaði fyri einum fráfaringarhaldi fyri Judith við ábiti, felagssangi og røðum – frá fyrrverandi starvsfelaga/starvsfólk, leiðara og Judith sjálvari.

Nánd og Vesturstova takka Judith hjartaliga fyri hennara trúfesti og áhuga at viðvirka til ein meiningsfullan gerandisdag hjá teimum eldru borgarum á Vesturstovu.