01.09.2021

Jónhild Abrahamsen er sett í starv sum sosialdeildarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi tann 26. august í ár, at seta Jónhild Abrahamsen í starv sum sosialdeildarleiðara hjá Fuglafjarðar kommunu. Avgerðin hjá býráðnum var grundað á tilmæli frá setanarbólki og fíggjarnevndini.

Jónhild Abrahamsen er 50 ára gomul, búsitandi í Fuglafirði, og er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu.Jónhild Abrahamsen hevur drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki í serliga donskum kommunum.

Jónhild Abrahamsen byrjar í starvinum sum sosialdeildarleiðari tann 1. oktober 2021.

 

Fuglafjørður, 1. september 2021

Fuglafjarðar kommuna

Dávur Juul
Borgarstjóri