31.03.2017

Jónas Bloch Danielsen settur sum leiðari í Mentanarhúsinum

Jónas Bloch Danielsen er settur í starv sum leiðari í Mentanarhúsinum. Jónas Bloch er 42 ára gamal og útbúgvin innan Audio engineering and Diploma in Music production.

Jónas Bloch hevur altjóða royndir sum ljóðtøkningur frá bæði, DR, DR2, Tivoli og Mirage Studio í Sydney, Australia. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum tourmanageri og ljóðtøkningur hjá bæði útlendskum og føroyskum tónleikarum og hevur royndir frá fleiri túsund konsertum. Hartil hevur Jónas Bloch ment og íverksett Studio Bloch, sum hevur vunnið viðurkenning bæði millum føroyskar og útlenskar tónleikarar.

Fyrsti starvsdagurin hjá Jónasi verður mánadagin 3. apríl og koma fyrstu arbeiðsdagar hansara at verða í einum virknum Mentanarhúsi, har sangleikurin “High School Musical 2” hjá 10. Floksbreytini í løtuni koyrir fyri fult settum húsum. Seinni í apríl verða seinasta “Samrøður um Tónleik”, dansur við danska bólkinum “Touch of Shadows” og ikki minst Bindifestivalurin. Fuglafjarðar kommuna bjóðar Jónasi vælkomnum.