24.11.2023

Jólamarknaður í Ribarhúsi – 24. til 26. nov.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum í ”jólahúsið” í Fuglafirði komandi vikuskifti 24. til 26. november.

Fríggjadagin 24.nov. kl. 16. letur kreativi jólamarknaðurin upp í gallarínum.

kl. 17 tendrar Jóel hekklaða jólatræið á Ribarslofti har menninir í dupultkvartettin VEGA syngja nøkur jólaløg.

Hesar dagarnar selja  kreativar sálir egið jólaligt og heimagjørt av alskins slag í gallarínum samstundis hevur  Lúkukaféin  opið og serverar góðar dussar við heimabakstri, sum eisini kunnu njótast við borð ymsa aðrastaðni í húsinum.

Hugnaligi og jólaligi Piddasahandil er sjálvandi opin við trivaligum heimavirkaðum jólagávum til bæði stór og smá.

Á Piddasakontóri er jólalig myndatøka allar dagarnar, sum Rósa R tekur sær av.

Fríggjadagin 24. nov. er opið frá kl. 16 til kl. 20

Leygardagin 25.nov. er opið er frá kl. 12 til kl. 20

Ribarsloft: ELVA  Støkk upp verkstovur ”Mála á keramik” kl. 12 og kl. 15

Sunnudagin 26.nov er opið kl. 14 til 18

Ribarsloft: KRIA hevur støkk-upp “Smúkkukafé”kl. 14 til 18

”Ribarhús” er gamal søguligur bygningur sum stendur mitt í Fuglafirði –

Her er hugnaligt, jólaligt og fjálgt og gott pláss og nógvir krókar, har man kann seta seg niður við einum góðum dussi og einum práti.

Verið hjartaliga vælkomin