12.05.2022

Jóanis Erik Køtlum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Jóanis Erik Køtlum í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Jóanis Erik Køtlum er 56 ára gamal og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir frá ymiskum størvum í Føroyska og Grønlendska heilsuverkinum. Jóanis Erik Køtlum hevur m.a. verið sjúkrahússtjóri og heilsuverksstjóri.

Jóanis Erik Køtlum byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. juni 2022.