Fuglafjarðar kommuna hevur sett Jastrid á Dalbø í starv sum leiðara á Fuglafjarðar kvøld og ungdómsskúla. Jastrid á Dalbø er 51 ára gomul, er útbúgvin lærari og hevur starvast á Fuglafjarðar skúla. Umframt royndir við undirvísing, hevur Jastrid verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini.
![Jastrid á Dalbø leiðari á Fuglafjarðar kvøldskúla](https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2023/02/jad.jpg)