Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á eina slóðbrótandi verkætlan, ið hevur til endamáls at framleiða amboð til teirra, ið arbeiða við fleirmæltum børnum í Føroyum. Umframt ítøkilig amboð og uppskot um mannagongdir, verða góð ráð eisini savnað, dømi verða funnin um viðkomandi sangir og spøl - og annað tilfar verður framleitt.
Arbeitt verður til dømis við tvørmentanarligum samskifti, viðkomandi kunning til foreldur, tí góða foreldrasamstarvinum, førleikamenning og ítøkiligum mannagongdum.
Arbeiðið er sett í verk, tí starvsfólk í barnagørðum og vøggustovum kring landið uppliva ein stóran tørv á vitan og amboðum, sum kunnu hjálpa teimum í arbeiðinum við málmenning til tey børn, ið hava onnur mál enn føroyskt. Talið á hesum børnum vísir seg vera støðugt vaksandi.
Arbeiðið við málsligu amboðunum til fleirmælt børn er eitt breitt samstarv. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini í sambandi við málmenningarárið 2018, Útlendingastovan og Tórshavnar kommuna hava verið toghaldarar og í samstarvinum hava eisini luttikið umboð úr Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu, Eystur kommunu, Fuglafjarðar kommunu, Sunda kommunu og Sjóvar kommunu.
- Hetta hevur verið eitt gott samstarv, har fólk kring landið hava tikið lógvatak fyri at framleiða eitt einfalt og ítøkiligt savn av amboðum til námsfrøðingar og starvsfólk, sum arbeiða við fleirmæltum børnum í Føroyum. Í arbeiðsbólkinum eru bæði námsfrøðingar og námsfrøðiligir ráðgevar kring landið. Tað eru altso bæði fólk, sum arbeiða við børnum, og fólk, sum starvast á einum meiri fyrisitingarligum stigi í kommunum kring landið, sigur David Im frá Útlendingastovuni um samstarvið.
Í heyst luttók arbeiðsbólkurin á eini ráðstevnu um málmenning fyri fleirmælt børn í Noregi og fekk har góðan íblástur frá norskum serfrøðingum innan økið.
Síðani hevur bólkurin eftirfylgjandi samstarvað um at orða og seta saman føroyskar mannagongdir og annað viðkomandi tilfar, ið starvsfólk á barnaøkinum í Føroyum kunnu brúka.
Eftir ætlan verður lidna tilfarið lagt fram í juni. =