03.03.2021

Ímyndir av kvinnum – Listaframsýning í Mentanarhúsinum

  • Dagfesting:
    • 04 marts 2021 kl. 16:00 - kl. 18:00
    • 05 marts 2021 kl. 16:00 - kl. 18:00

Fundarhølið í erva í Mentanarhúsinum verður karmur um eina forkunnuga listaframsýning, við myndlist úr goymsluni á Listasavninum. Talan er um verk, sum so ella so ímynda kvinnur, frá bæði mannligum og kvinnuligum føroyskum listafólkum. Er munur á hvussu kvinnur og menn brúka kvinnuna sum myndevni?

Listaframsýningin er ein upphiting til 8. mars tiltakið, sum eisini verður í Mentanarhúsinum. Framsýningin er opin hósdagin og fríggjadagin frá kl. 16 – 18. Leygardagin og sunnudagin er framsýningin opin frá kl. 14 – 16. Inngongd til fundarhøli er á horninum móti Patrick’s og Haraldsen.