27.03.2016

Heilsuhjálpari

Heilsuhjálpari
Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum heilsuhjálpara til eldrasambýlið Gøtubrá.
Arbeiði fevnir um røkt til húsfólkini á Gøtubrá. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,7 í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal vera heilsuhjálpari – tó um ongin heilsuhjálpari søkjur ynskja vit starvsfólk við áhuga fyri eldrarøkt.
Vit ynskja at tú

• sært týdningin av at vera ein partur av røktini til eldri fólk
• hevur hegni til at kveikja undir týdningin vælveru til eldri fólk skaptan í dagligdegnum
• hevur førleika at útinna røkt av eldri fólk
• hevur ans fyri dagligdegnum á eldrasambýli

Setan og løn
Størvini hava tilvísing til deildarleiðaran, og verða at byrja 1. aug. 2016 ella skjótast gjørligt. Størvini verða at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Áargarð, deildarleiðara á tlf. 730252.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. juni 2016 kl. 14.00.
Umsóknin skal sendast til: Nánd - Kulibakki 8 - 520 Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo