10.12.2020

Íbúðarbygging úti á Land_Byggibúningararbeiði_Kunning

Í gjár 9. desember 2020 fór byggibúningararbeiðið í gongd í sambandi við íbúðarbyggingina úti á Land.

JHR átti lægsta boð. Fyrst verður moldin grivin oman av, og so verður ein arbeiðsvegur gjørdur oman ímóti fjørðuni, soleiðis at tilber at byrja at planera fyri íbúðarblokkinum. Avgrevsturin verður koyrdur út á moldgoymsluna á Brúnarenda.

Heilsa- trygd og umhvørvið_HTU

Kommunan skipar fyri at gera 8 – 10 parkeringspláss í niðara borð norðanfyri grevstrarøkið, soleiðis at bilar ikki standa parkeraðir út ímóti vegnum. Víst verður til plantekning sum hjálagt pdf-skjal.

Skipað verður fyri eini avmerktari gongubreyt í ovara borð í komandi viku, har fólk kunnu ganga framvið arbeiðsøkinum. Betongklossar við rekkverki verða settir upp.

Eisini verða fleiri arbeiðsljósmastrar settar upp fyri at upplýsa arbeiðsøkið betur.

Ein gongubreyt úr træi verður gjørd um Gjógvará í komandi viku, soleiðis at gangandi verða atskild frá tungu ferðsluni.

Áheitan á borgaran í sambandi við arbeiðið

Kommunan heitir á fólk um at vísa varsemi í økinum í sambandi við arbeiðið og nýta endurskyn. Her verður eisini hugsa um børnini.

Víðari kunning

Fuglafjarðar kommuna fer javnan at leggja kunning út á heimasíðu kommununar um arbeiðið.

PDF Út_á_land,_íbúða