10.06.2024

Hví lata dagstovnarnir ikki upp aftur fyrr enn týsdagin 11. juni?

Vit hava fingið fleiri fyrispurningar um, hví dagstovnarnir í Fuglafjarðar kommunu ikki lata upp aftur fyrr enn týsdagin.

Orsøkin til hettar er, at tað er neyðugt at gera stovnarnar reint, áðrenn stovnarnir lata upp. Arbeiðstíð hjá reingerðarstarvsfólkum er mánadag til fríggjadag aftaná kl. 17.00. Fleiri av reingerðarstarvsfólkunum hava reingerðarstarv sum eyka starv. Vit kunnu tí ikki krevja, at tey koma til arbeiðis í úrtíð.

Tey sum kunnu møta fyrr, gera tað. Men stovnarnir eru ikki vaskaðir síðani verkfallið byrjaði, og longu tá ið vit lótu aftur fyri børnum, var so skitið, at tað ikki var ráðiligt at hava opið meira. Síðani tá, hava starvsfólkini verið til arbeiðis í fleiri vikur. Tí er neyðugt við nógv meira reingerð enn vanligt, áðrenn stovnarnir kunnu lata upp aftur.

Við virðing fyri okkara reingerðarstarvsfólkum, var ongantíð ivi um, at stovnarnir í fyrsta lagi kundu lata upp í morgin týsdagin 11. juni, um verkfallið varð avblást í vikuskiftinum.