Hevði tú eisini vilja sæð enn fleiri ferðafólk í Fuglafirði? Eitt úrslit av - og ein treyt fyri - blómandi ferðavinnu er eitt livandi býarumhvørvi og fleiri mentanartilboð. Økt ferðavinna kann føra til fleiri fólk á café, størri sølu í ymsu handlunum, nýggjar vørur, og kanska enntá fleiri handlar og matstovur. Hvussu kunnu vit skipa tilboð, sum skapa vøkstur í ferðavinnuni í Fuglafirði og samtíðis økja um trivnaðin í okkara býi?
Fuglafjørður er ein perla at vitja hjá ferðafólkum. Her eru góðir gongutúrar, her er ein heilsugevandi kelda, ein spennandi bindifestivalur, ríkt mentanarlív, fleiri vitjunarverd støð, ein deiligur sandur og hugnaligt umhvørvið. Fleiri og fleiri ferðafólk vitja býin, antin sjálvi ella í einum ferðalagi. Kortini mangla gistingarmøguleikar og skipaðar upplivingar. Hvat kunnu vit bjóða teimum?
Ferðafólkini koma, um vit eru klár ella ikki. Á Kunningarstovuni í Fuglafirði vilja vit fegin kunna vísa á fleiri skipaði ferðavinnutilboð í okkara kommunu. Tí skipar Kunningarstovan fyri einum íblástrarkvøldið í Ribarhúsi hóskvøldið 30. mars at eggja borgarum, fyritøkum og feløgum at seta í verk ymisk ferðavinnutilboð.
Endamálið við degnum er at varpa ljós á ymsar møguleikar í ferðavinnuni. Vónin er, at dagurin kann fáa fólki her at ynskja at vera aktørar, antin við at hava B&B ella heimablídni, at vera ferðaleiðarar ella savnsfólk, ella at gera okkurt heilt annað.
Vit fáa vitjan av ymsum veitarum og aktørum, sum arbeiða við ferðavinnu í økjum, sum kunnu samanberast við okkara, at geva áhoyrarunum íblástur til eina spennandi ferðavinnu í menning. M.a. vitja Varmakeldugarðurin, Visit Norðoy og Ferðaleiðarafelagið.
Eisini hevði verið gott at hoyrt, hvat fuglfirðingar sjálvir ynskja, tá tað kemur til ferðavinnu. Hvussu kann Kunningarstovan hjálpa komandi veitarum at menna og selja ferðavinnutilboð? Hvussu kunnu borgarar og vinna stuðla uppundir tilboð og longdar upplatingartíðir ymsu støðini?
Vilt tú vera við at menna ferðavinnuna? So kom ein túr í Ribarhús hóskvøldið 30. mars kl. 19 til eitt kveikjandi kvøld í hugnaligum umhvørvið!