Tekniska nevnd og orku- og umhvørvisnevndin samtyktu í 2023, at gera eitt økið, sum hundaeigarar í Fuglafjarðar kommunu kunnu lata sínar hundar ferðast frítt á.
Gartnaradeildin hevur gjørt økið klárt og kann tað nú nýtast av øllum hundaeigarum. Økið liggur beint omanfyri Ísvirkið úti á land, og hevur fingið heitið ”Hundaland”.
Vónandi verður tað væl gagnnýtt og vónandi fara vit øll væl um økið.
Gevið gætur reglugerðina fyri økið.