Fríggjadagin tann 3. juni 2016 var almenn fráfaringar móttøka á kunningarstovuni og bókasavninum í Fuglafirði, fyri Petur Martin Petersen leiðara á kunningarstovuni.
Hetta var samstundis seinasti starvsdagurin hjá Petur Martin.
Nú var tíðin komin til at blíva avloystur av yngri kreftum, eins og kommunala starvsfólkareglugerðin tilsipaði hetta, vegna aldurin.
Tað var fyri 22 árum síðani at kunningarstovan í Fuglafirði, sum tann fyrsta í Eysturoynni,byrjaði sítt virksemi.
Fyri táverandi borgarstjóran Sigfríða Vørðhamar sála, var hetta eitt hjartamál, ið byrjaði sum eitt samstarv millum privata handilslívið og kommununa.
Sum fráleið bleiv hetta meira kommunalt fyri síðani at vera fíggjað, partvíst av studningi frá Ferðaráðnum og partvíst av kommununum í Eysturoy, tó í størstan mun av Fuglafjarðar kommunu.
Hetta er sami leistur ið framvegis er galdandi.
Petur Martin varð settur sum leiðari frá byrjan og hevur hann røkt hetta starvið til lítar í nærum kvarta øld.
Havi onkuntíð hugsað um orðafellið, ið sagt var um ein ið var væl skikkaður, at viðkomandi var sum føddur til starvið.
Hetta tori eg at siga um Petur Martin, nú eg havi sum kommunustýrislimur øll hesi árini, haft høvi til, at fylgt við á hesum økinum.
Petur Martin megnaði, sum tann vitborni maður hann er, at gera hetta starv meira fjølbroytt í vavið, enn tað, sum vit ið settu hann, høvdu dugað at hugsað.
Umframt at vera kunningarmiðlari, fyrst og fremst fyri túsundtals ferðafólk, ið komu á gátt í kunningarstovuni, var hann ofta og títt ferðaleiðari fyri hesi somu, uppi á okkara undurvøkru fjøllum og skørðum.
Hendi tað, at tey sum høvdu tørv á “ból og bita” ikki øll kundu hýsast hjá teimum, sum vanliga fingust við slíkt, ja, so kom stuðulin Unna, kona Petur Martin, og herbergaði hesum uttan nakað hóvasták.
Í sambandi við tær útlendsku vitjanirnar, sum kommunan hevur haft millum ár og dag, var ofta boð eftir kunningarstjóranum.
Petur Martin er søgufróður maður, so tað lá ræði fyri hjá honum at fortelja gestunum um Fuglafjarðar meira enn túsund ára gomlu søgu.
Til slík høvir, ið ofta eru rættuliga avmarkaði í tíð, var tað sjálvandi “den korte version” sum varð fortald.
Sum ein mentanarberi, av fleiri í bygdini, hevur samansetingin av kunningarstovuni og fólkabókasavninum undir sama taki og tætt uppat hvørjum øðrum innanhýsis, verið heppin á mangan hátt.
Staðsetingin mitt í bygdini við høvuðsvegin, hevur eisini gjørt sítt til at skapt enn eina mentanarperlu í nærumhvørvinum.
Hetta hevur Petur Martin dugað at gagnnýtt á ymiskan hátt saman við teimum ymisku leiðarunum á bókasavninum, ikki minst núverandi leiðara Marjun Patursson.
Hugskotið hjá Petur Martin um runda borðið, ella “riddararnir við tað runda borðið”, hevur verið væleydnað øll árini. Petur Martin er vitugur og orðførur maður og hevur givið sítt íkast til tey hundratals evnini, ið hava verið uppi og vent, við runda borðið. Men ikki minni týdningarmikið er tað, at hann hevur sæð møguleikarnar í at lurta og lofta teimum góðu, serliga siðsøguligu forteljingunum, ið hava verið frambornar.
Burtur úr hesum er millum annað bókin “Staðarnøvn í Fuglafjarðar søkn”, við skilamanninum Alfreid Klein sum heimildarmanni, útkomin.
Eisini er hópin av skrivligum tilfari tøkt, sum bíðar eftir at verða brúkt.
Man okkurt av hesum ikki fara at síggjast aftur í bókaverkinum Fuglafjarðar søga, ið er á veg og har Petur Martin hevur ein týdningarmiklan leiklut?
Undirritaði vil við hesum fáu orðum takka Petur Martin fyri framúr gott starvsavrik.
Eg vil eisini vegna okkum í Vinnunevndini, ið varða av ferðavinnumálum í kommununi, herundir kunningarstovuni, takka fyri tíðina tú hevur verið í kommunalari tænastu og fyri trútt og drúgt arbeiði, okkum øllum at gagni.
Vinarlig heilsan
Sigurð S. Simonsen
býráðslimur