12.07.2021

Hjartaslátturin í Fuglafirði

Í Fuglafirði búgva 1600 fólk. Tey hava ein spildurnýggjan fólkaskúla fyri útvið 100 milliónir, tveir miðnámsskúlar, Føroya fyrsta FAB-LAB, eina ørgrynnu av lærlingum innan allar hugsandi vinnur - og eina ørgrynnu av granskarum og lesandi, ið knýta ástøði og praksis saman og flyta siðbundnu vinnuna framá. Í Fuglafirði er vitan eins grundleggjandi og hjartaslátturin

 Tekstur: Eydna Skaale

Myndir: Fuglafjarðar kommuna

Tað byrjaði alt, tá ið avrátt var at byggja ein nýggjan skúla fyrst í 1930'unum.

Gamli bygdarskúlin hevði tænt fyri seg, og nýggi skúlin skuldi vera nóg stórur til at rúma stórum tonkum. Einki var spart.

Tá ið Hofgaard, tann fyrsti føroyski arkitekturin frá Kunstakademiinum, teknaði henda nýggja skúlan í Fuglafirði, vildi hann hava eitt torn - eitt spír - sum eyðkenni fyri skúlan. Tó at hugskotið var óvanligt, tóku víðskygdu fuglfirðingarnir undir við tí.

Tá skúlin stóð liðugur i 1936 hevði bygdin fingið eitt nýtt sereyðkenni. Eitt tað fyrsta, tú sást, tá tú tú komst til bygdina, var stóri skúlin við eyðkenda torninum.

Bókmentaliga er tornið ímyndin av vitan, vísdómi og valdi. Ein samantvinning av tí jørðiska og tí himmalska - av materiu og anda. Tað er gátuført, men samstundis væl fest í heimliga og kenda jørðildi.

Tornini í søgu og bókmentum eru mong: Tornið hjá Tobiasi í Kardumummubýnum. Tey tvey tornini hjá Tolkien. Bábilstornið. Og Tornið við heimsins enda hjá William Heinesen. Fyri at nevna nøkur.

Og mitt í Fuglafirði var eyðkenda tornið í skúlanum.

Í 50'unum var tornið tikið niður, og nú hevur eisini sjálvur skúlin frá '36 tænt fyri seg. Aftur hava fuglfirðingar bygt ein spildurnýggja skúla, sum skal standa liðugur, tá Hennara Hátign Margretha kemur á gátt um eina viku.

Tornið - hetta sjónliga ýtið, ið bar boð um tann vitanargrunn, sum Fuglafjørður vildi verða, er nú ein farin tíð. Í staðin er eitt annað, betur hóskandi eyðkenni hugsað inn í nýggja skúlan.

Takið er nevniliga skapað, eins og hjartaslátturin á eftirlitsskermunum á eini hjartadeild. Ein øvugt kvadratrót - sjálvt lívið.

Frá at vera nakað eksternt, ið tráað varð eftir, er vitanin nú vorðin ein intern drívmegi. Inngrógvin í hvørt bygdarbarn. Skúlin er farin frá at vera tann súmbolski varðin, tað sjónska ýtið, tað ásýniliga málið, ið var vert at trákkast eftir. Í dag eru vitan og lærdómur heldur ein natúrligur partur av sjálvum lívinum.

Og nýggi skúlin skal eisini vera hjartaslátturin í bygdini. Har verður rúm fyri ítrótti og ítrivi. Fyri tiltøkum. Og har verður eisini bæði kvøldskúli og fólkaskúli.

Søgan, ið gongur frá gamla bygdarskúlanum til spildurnýggja skúlan, ber boð um eina ótrúliga vitanarmenning.

 

Silicone Kambsdal og FAB-LAB

Hvønn gerandisdag savnast um 700 ungdómar úr øllum landinum í miðnámsskúlunum á Kambsdali. Hvønn gerandisdag veksur fólkatalið í Fuglafjarðar kommunu sostatt við nærum eini helvt.

Skúlin á Kambsdali hevur trý lyklaorð, nevniliga felagsskapur, forvitni og framfýsni. Og tey hava eisini mangan prógvað hesi virðini í verki. Til dømis við fjarundirvísing. Við undirvísing á fremmandamálum. Og við nýggja tilboðnum, har næmingar úr Grønlandi, Íslandi, Danmark og Føroyum taka sína miðnámsútbúgving í øllum hesum londunum uppá skift.

Á Kambsdalið hevur man torað at hugsað stórt og at hugsað nýtt. At sameint materiu og anda í góðum og mennandi umhvørvi.

Onkursvegna kann sigast, at virksemið á Kambsdali hevur verið sambindingarliðið í súmbolskiftinum frá torni til hjartaslátt. Í skiftinum frá at vitan er nakað, man ynskir - til at vitan er nakað, man ger. Nakað, man er.

Og tað er heldur ikki heilt uttan orsøk, at Kambsdalur er samanborin við kenda Silicone Valley í USA.

Tað byrjaði alt við eini innbjóðing til kjakfund í august í 2016. Í innbjóðingini stóð millum annað:

Silicone Valley. Eitt stað, har vinnulív og skúlaskapur, nýskapan, gransking og íverksetan ganga hond í hond. Ber til at skapa líknandi samvirkisárin her? Kundi Kambsdalur verið eitt føroyskt Silicone Valley?

Samanberingin av Kambsdali - við >30 húsum - og heimsins størsta vitanardepli í USA er stuttlig, tí hon tekur teg á bóli. Fær teg at smílast og enntá rista við høvdinum. Fyri uttanfyristandandi tykist tað sum at samanbera appelsinir og laksafóður.

Men aftanfyri innbjóðingina búði ein víðskygdur tanki, sum var gamla skúlatorninum verdugur. Ein tanki um at byggja sterkar brýr ímillum tær tríggjar súlurnar undir Fuglafirði - nevniliga vinnu, vitan og mentan.

Og á tí stóra Silicone-Kambsdals-kjakkvøldinum, ið skjótt varð stáplað upp á beinini - har skúlafólk, granskarar, vinna, politikarar og bygdafólk annars luttóku - varð ferð sett samstarvið.

Ítøkiligasta úrslitið sást bara hálvtannað ár seinni, tá tað sonevnda FAB-LAB á Kambsdali varð tikið í nýtslu.

Eitt FAB-LAB er eitt fabrikk-laboratorium - eitt sonevnt prototypuverkstað, har nýggj hugskot kunnu roynast í verki. Tað er ein nýmótans, fyrstafloks verkstaður - men tað er samstundis eisini eitt altjóða tøkniligt og innovativt netverk, sum tú skalt hava uppiborið at gerast limur í.

FAB-LAB á Kambsdali er fíggjað av vinnuni. Rikið av kommununi. Og tað er frítt atkomiligt hjá øllum við góðum hugskotum - bæði skúlanæmingum, vinnurekandi og íverksetum.

Vitanardepil

Vinnuliga menningin í Fuglafirði vekir undran, tí hon hevur gingið so skjótt. Í 60'unum var at kalla einki vinnulív, men í dag hava tey størsta vinnuliga økið í landinum. Tey taka ein triðing av øllum føroyskum uppisjóvarfiski, og lítla bygdin hevur 1000 privat arbeiðspláss. Avmarkaða vinnuøkið er avtaglað av vitanarfyritøkum, ið hava ment seg frá vanligum fyritøkum.

Tey hava havt trúnna, evnini - og ikki minst knappa lyndið, ið styttir tíðina frá hugsan til handling munandi. Hartil var ynskið um um størri samávirkan millum vinnu og vitan stórt frá øllum pørtum.

Og fuglfirðingum so líkt, brettu tey upp ermar og fóru í gongd.

Haðani spratt FAB-LAB verkstaðurin, sum nú er ein liður í áhaldandi sínamillum samstarvinum.

Tað er aftur andi og materia, sum sameinast. Hugskot og umstøður. Tankar og úrslit. Tað er vinna og vitan hond í hond.

Í 2018 varð FAB LAB kosið at vera ársins átak. Í grundgevingini stóð millum annað, at: tað er alla æru vert, at stigtakararnir (...) velja at skapa umstøður og áhuga fyri at dyrka kreativitet, vitan og framkomið handverk.

Men tað var tó ikki undranarvert, at stigtakararnir vóru fuglfirðingar. Tað kundi ikki undrað nakran, at hendan bygdin, sum seinstu øldina hevur flutt seg frá vitanartorninum til vitanarhjartasláttin, var fyrst.

Tí tey eru ambitiøs. Tey eru tilvitað. Og tey hugsa glokalt - bæði globalt og lokalt í senn.

Næsta málið er ein stórur vitanardepil í Fuglafirði.

Einasti spurningurin er, nær hann man fara at standa liðugur. Kennandi fuglfjarðarslagið man tað ikki fara at ganga long tíð.