13.09.2018

Hjálp at Rudda Føroyar

Leygardagin 15. september er altjóða ruddingardagur - eisini í Fuglafirði

Í Fuglafirði byrjar ruddingardagurin við at kommunan bjóðar morgunmat í Mentanarhúsinum leygardagin kl. 9

Í felag rudda vit Føroyar uppá ein dag! Meldið tykkum til her - www.ruddaforoyar.fo

Málið er at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at taka lut í ruddingum um alt landið. Tørvur er á einstaklingum/húskjum, og feløgum, stovnum og fyritøkum. Allur bati bøtir!
Fuglafjarðar kommuna vil fegin stuðla tiltakinum, og birta uppundir at so nógv sum tilber melda seg og sítt húski til. Gott at vera væl mannaði, tá vit fara at rudda Føroyar!

- Luttak í altjóða ruddingardegnum, heimsins størsta ruddingarátaki.
Í 2017 luttóku fleiri enn tvær milliónir fólk úr tilsamans 14 londum í World Cleanup Day!

Melda til ruddingardagin og sí meira her: www.ruddaforoyar.fo
- Tað ber sjálvandi eisini til at verða við í ruddingardegnum um man ikki hevur melda seg til - øll eru vælkomin 🙂