30.03.2017

High School Musical 2 í Mentanarhúsinum

Í døgunum frá 29.mars til 6.apríl sýnir 10.floks Sangleikabreytin HIGH SCHOOL MUSICAL 2 í Mentanarhúsinum.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á Kunnigarstovuni í Fuglafirði tlf 238015, og á tlf 238063. Almennu sýningarnar verða 29. og 30. mars og 1. .2. 4. 5 og 6. apríl - allar sýningar kl 19 - tó undantikið 29.mars, har sýnt verður kl 20. Kostnaður: 125 kr fyri vaksin og 75 kr fyri børn (13 ár og yngri).

Verið hjartaliga vælkomin til ein stóran, stuttligan og romantiskan sangleik, ið brúsar við sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki! ? Umleið 60 10.floks næmingar eru partur av leikinum.