06.10.2022

Hevur tú eina meining um nýggja Ungdómshúsið í Fuglafirði?

So er at søkja starv sum framtíðarsmiður.

Ja! Tú fart løn!

Ja! Tú fart mat!

Ja! Tú fart ávirkan á títt lív!

Hvat?

Endamálið er at koma fram til, hvussu ungdómshúsið skal innrættast og hvat vit skulu gera í ungdómshúsinum. Fyrst fara vit roadtrip til onnur ungdómshús í Føroyum, og fáa okkum íblástur. Síðani arbeiða vit við at designa okkara egna ungdómshús, saman við Barbaru Hilduberg. Til endans leggja vit fram fyri ungdóminum og politikarum.

Hvør?

Um tú ert í aldrinum 13 - 18 ár, og býrt í Fuglafjarðar kommunu, er tað umráðandi, at tú søkir hettar starvið!

Hví?

Tí tað eru tit ungu, sum eru serfrøðingar í egnum lívi, og sjálvandi eru tað tit sum skulu bestemma, hvat ungdómshúsið skal vera!

Hvar og nær?

  • Fríggjakvøld, kl. 18:30-22:30

21/10: Road trip til Ungdómshús í FO

  • Hósdagar, kl. 17:00-20:30

27/10, 03/11, 10/11 í Ungdómshúsinum á Bakkavegi 34, Fuglafjørður.

Vit brainstorma og koma við hugskotum, vit ímynda okkum framtíðina og designa okkara nýggja ungdómshús!

  • Hósdag, kl. 17:00-18:00

17/11: Leggja fram fyri ungum og politikarum

Freistin at søkja er 19.oktobur, og tú meldar til hjá Duritu Samuelsen, á durita@fuglafjordur.fo ella á 238009 ella í DM til @fuglarnir_ung á Instagram.