11.02.2022

Hevur tú ein leiðara í búkinum og ynskir tú at gerast ein partur av leiðslutoyminum í Nánd?

Eitt spennandi starv sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur í Nánd er leyst at søkja viđ byrjan 1. apríl 2022. Starvsbrøkurin kann vera 1,0 ella eftir avtalu.

Nánd:

Fyri at taka hædd fyri demografisku avbjóðingum er neyðugt at umskipa okkara tænastur og vit leggja dent á fakliga dygd og fyribyrging. Seinasta árið hava vit t.d. raðfest tilkallivakt av heimasjúkrarøktarfrøðingum alt samdøgrið, kliniska sjúkrarøktarfrøði, útbúgving av demenssamskiparum og uppskúlan av heilsurøktarum innan heiligvág umframt at fleiri terapeutar og ein dygdarmennari nú eru settir í starv.

Starvið sum deildarleiðari:

Tú kemur at vera deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík, sum umfatar heimahjálp, heimasjúkrarøkt og terapeutisku tænasturnar hjá Nánd.

Í løtuni starvast 5 heimahjálpir, 6 heimasjúkrarøktarfrøðingar, 2 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar umframt tímaløntir avloysarar á Miðstøðini.

Deildarleiðarin gongur á odda fyri at kveikja og menna starvsfólkini, so hesi kunnu stuðla undir tað, ið gevur hvørjum einstøkum borgara meining í lívinum, umframt at tú tryggjar nútíðar røkt og sjúkrarøkt.

Tú verður ein partur av leiðslutoyminum og upptøkunevndini hjá Nánd. Tú kemur sostatt at vera við til at mynda framtíðartænasturnar hjá Nánd. Tú kemur at hava fakligu-, starvsfólka- og fíggjarligu ábyrgdina av tínum øki. Av fyrisitingarligum uppgávum eru millum aðrar at gera og umsita arbeiðsætlan, at fylgja tillutaðari fíggjarætlan og at samskifta við avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar.

Førleikakrøv:

  • prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • áhuga í leiðslu
  • áhuga í eldri borgarum
  • jaligan hugburð, ert ágrýtin og savnandi
  • áræði og megnar truplar støður
  • evnir at lurta eftir starvsfólkum, borgarum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og/ella útbúgving innan leiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti

Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1.príl 2022 ella eftir avtalu. Starvið verður at seta sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: poula@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24.februar 2022 kl. 14:00.

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tu hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Starvslýsing sum PDF

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo