Faldari við skránni fyri Mentanardagar 2018 kemur í øll hús í Eysturoynni í kvøld, mánakvøldið 27. aug. Vikublaðið hesa vikuna hevur eisini nógv gott tilfar um Mentanardagar.
Nærri frágreiðingar um tiltøkini á Facebook/ Mentanardagar í Fuglafirði (trýst á) og á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum (trýst á) og á www.atgongumerki.fo (trýst á)
Setanin er hósdagin, men longu í annaðkvøld, týskvøldið, er ein spennandi, almennur fyrilestur við framløgum og kjaki á skránni í Mentanarhúsinum kl. 20.00: "Fuglafjørður visión 2050" Jón Brian Hvidtfeldt leiður kvøldið.
Um tit ynskja hjálpa við onkrum á Mentanardøgunum, vendið tykkum so til Kunnungarstovuna visit@fuglafjordur.fo 🙂
Góðar Mentanardagar!