Fuglafjarðar kommuna hevur tann heiður, at fáa vitjan av Hennara Hátign Drotning Margretu komandi fríggjadag 16. juli. Kommunan hevur í hesum sambandi tilevnað eina áhugaverda og fjølbroytta skrá fyri vitjanina, sum tekur støði í tí jørðildi, Fuglafjørður er kendur fyri, nevnliga vitan, vinnu og mentan.
Henda dag kl. 13:30 leggur Kongaskipið til kai í Fuglafirði niðanfyri virkisbygningin hjá Framherja. Drotningin kemur til Fuglafjarðar við tyrlu kl. 14:00. Tyrlan lendir niðanfyri Mentanarhúsið, har frá Drotningin verður koyrd við bili til Miðstaðarlundina, har Borgarstjórin Dávur Juul tekur ímóti og hevur vælkomst røðu. Borgarstjórin presenterar býráðið, drotningin fær handað blómur, hornorkestrið spælir og Siloakórið syngur.
Frá Miðstaðarlundini fer Drotningin til gongu tann stutta túrin til Ribarhús, har Drotningin fær høvi at síggja ein pútuframsýning, livandi verkstovur við handverki, listaframsýning við motivi av Drotningini og eina framsýning við kongabíblium.
Frá Ribarhús fer Drotningin til fyritøkuna Framherja, sum saman við umboðum fyri Havsbrún og Pelagos fer at greiða frá um rávørusketuna innan fiskivinnu umframt kunna Drotningina um vinnuliga byggilist.
Síðani vitjar Drotningin nýggja barnaskúlan, sum er um at verða liðugur, har hugleitt verður um skúlaskap og arkitekturin, listaverk verður avdúkað, barnakór fer at syngja og sangleikur verður framførdur.
Vitjanina hjá Drotningini endar um kvøldið við einum veitsludøgurða í Mentanarhúsinum fyri innbodnum.
Borgararøkt er eisini í fokus henda dagin, har borgarar millum annað fáa høvi til at ganga í fótasporum hjá Drotningini og vitja vitjanarstøðini til kl. 17:00.
Fuglafjarðar kommuna gleðir seg til vitjanina av Hennara Hátign Drotningini, og vónar at Drotningin fær ein góðan dag saman við borgarum í kommununi.
Fuglafjørður, 9. juli 2021
Dávur Juul
Borgarstjóri