02.03.2016

Leiðarin í Mentanarhúsinum

Leiðarin í Mentanarhúsinum skal fyrst og fremst brenna fyri avbjóðingini. Leiðarin í Mentanarhúsinum skal tora at stinga út í kortið, at finna uppá og at vísa okkum tað, vit ikki vistu, vit høvdu brúk fyri. Leiðarin í Mentanarhúsinum skal skapa eitt livandi, mennandi umhvørvi, har forvitni fær rúmd og skapanarhugurin livir.

Men leiðarin í Mentanarhúsinum skal, samstundis, sum stóru tankarnir verða fostraðir, duga at ansa væl eftir húsinum, syrgja fyri, at tiltøkini rigga, at ljósið lýsir og hátalararnir virka.

Førleikar
Royndir og úrslit at vísa á, tá tað snýr seg um at bróta upp úr nýggjum, eru ein fyrimunur á sama hátt, sum ein útbúgving innan mentanarliga økið vigar tungt. Evni og áræði at ganga nýggju leiðirnar, eitt jaligt og inspirerandi sinnalag og sterkir samskiftiseginleikar eru eisini millum eginleikarnar, sóknast verður eftir.

Eitt gott eyga, góð oyru og praktiskar hendur gera tað ikki verri, helst saman við leiðslu- og fyrisitingarligum royndum. Neyðugt er, at umsøkjarar eru sterkir í bæði føroyskum og útlendskum máli í talu og skrift, hava sterkar telduførleikar og hava eitt kreativt háttalag, sum inniber vitan og forvitni um nýggju miðla- og samskiftishættirnar.

Tilvísing
Leiðarin í Mentanarhúsinum vísir til leiðaran á Mentanarøkinum.

Løn og setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsóknir saman við viðkomandi prógvum og viðmælum skulu sendast til Fuglafjarðar Kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður.

Freist
Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasti lagi 22. apríl 2016.

Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um størvini, umframt undirliggjandi tilfar, fáast við at venda sær til Rønn Eliasen, á telefon 238014, leiðaran á Mentanarøkinum, ella til býráðsskrivaran Jákup Frants Larsen, telefon 238002.

Umráðandi er, at umsøkjararnir eru sinnaðir at arbeiða í ymsum toymum.

Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at velja.