25.04.2020

Heimsins størsti frystitrolari Annelies Ilena kemur á Fuglafjørð

Heimsins størsti frystitrolari Annelies Ilena kemur á Fuglafjørð sunnudagin 26. apríl seinnapartin, umleið kl. 17.00, við góðum 7.000 tonsum av svartkafti, sum skulu landast til Bergfrost.

Bergfrost hevur fyrireika hesa verkætlan í útvið eina viku. Frystikapasiteturin hjá Bergfrost er 25.000 tons, og er hon ein av teimum fáu frystigoymslunum í norðanlondum, sum kann taka ímóti so stórum nøgdum. Skipið klárar at lossa 200 plattar um tíman, sum svarar til góð 200 tons, og tað klárar Bergfrost at taka ímóti.

Í sambandi við lossingina, kemur farmaskið Sierra Leyre við 7.000 tómum plattum, og 300 plattum av pakningi, sum skulu umborð aftur á Annelies Ilenu, soleiðis at skipið er klárt at fara til fiskiskap aftur.

Skipið hevur sera sera stóran frystikapasitet, og kann frysta heili 600 tons um døgnið.

Skipið er skrásett undir pólskum flaggi, og heimstaðurin er Gdynia í Pólandi. Skipið er bygt í Noreg, er 14.055 bruttotons, er 144 m langt, 24 m breitt og stingur 10,5m.

Fuglafjarðar havn er ein djúphavn, og kann hon taka ímóti flest øllum skipum.