16.07.2020

Heimatænastan Nánd søkir eftir tveimum røktarstarvsfólkum

  • Eitt starvsfólki at byrja í føstum starvi tann 1/9-20, miðal arbeiðstíð 28t/viku.
  • Eitt starvsfólk at byrja í tíðaravmarkaðum starvi frá 1/10-20 til 31/12-20, miðal arbeiðstíð 20t/viku

Vil tú gerast partur av einum toymi, sum veitir dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað tær vit søkja eftir.

Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari søkir, verða størvini fyribils sett av ófaklærdum, sum síðan fær upplæring.

Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Nánd veitir heimatænastu til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Nánd leggur dent á, at tú hevur :

  • hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt
  • góð evnir at samstarva og til nýhugsan
  • jaligan hugburð, eisini til broytingar
  • smidleika
  • koyrikort til bil

Vit kunnu bjóða:

  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran fyri Nánd, Poula Reinert-Petersen á tlf. 730204 ella við telduposti poula@eystur.fo

PDF

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 5 august 2020