- Eitt starvsfólki at byrja í føstum starvi tann 1/9-20, miðal arbeiðstíð 28t/viku.
- Eitt starvsfólk at byrja í tíðaravmarkaðum starvi frá 1/10-20 til 31/12-20, miðal arbeiðstíð 20t/viku
Vil tú gerast partur av einum toymi, sum veitir dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað tær vit søkja eftir.
Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari søkir, verða størvini fyribils sett av ófaklærdum, sum síðan fær upplæring.
Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Nánd veitir heimatænastu til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
Nánd leggur dent á, at tú hevur :
- hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt
- góð evnir at samstarva og til nýhugsan
- jaligan hugburð, eisini til broytingar
- smidleika
- koyrikort til bil
Vit kunnu bjóða:
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott tvørfakligt samstarv
Starvsetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran fyri Nánd, Poula Reinert-Petersen á tlf. 730204 ella við telduposti poula@eystur.fo
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 5 august 2020