15.06.2023

Heimapartar frá grindini sum legði beinini í Vestmanna

Íbúgvar í Fuglafjarða kommunu fáa heimapartar frá grindini, sum legði beinini í Vestmanna. Kommunan boðar frá tá vit vita nærri um nær hvalirnir verða her.

Grindin verður skorin upp á havnalagnum frá Havnaskrivstovuni og heimeftir. Heitt verður á fólk um at hjálpa til við, at skera upp.

Dávur Juul, borgarstjóri