22.03.2022

Heilsurøktari og heilsuhjálpari til Eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík

  • Lýst verður eftir einum heilsurøktara í fast starv at byrja 1. mai 2020. Arbeiðstíðin er í miðal 30 t/viku.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólk, at hava viðábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum lækna samskifti, at tryggja at viðkomandi virðir verða máld og skjalfest og at miðla vitan til starvsfelagar.

  • Lýst verður eftir einum heilsuhjálpara í fast starv at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku ella eftir nærri avtalu.

Sum heilsuhjálpari kemur tú m.a. at veita eina góða og grundleggjandi røkt og umsorgan av búfólkunum, at eygleiða og boða frá broytingum og at tryggja heilivágsgevan til búfólk

Vit leggja dent á, at umsøkjarnir:

  • Hava áhuga í at veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
  • Hava áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Hava evnir at samstarva við aðrar fakbólkar
  • Hava evnir at handfara skiftandi tørvir hjá borgarunum
  • Hava útbúgving sum ávikavist heilsurøktari og heilsuhjálpari

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góðar og hugnaligar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar

Um eingi við útbúgving søkja størvini, tilskila vit okkum rætt at seta onnur í tíðaravmarkað starv. Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar.

Setan og løn

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Ásu Ásmundsdóttir deildarleiðara tlf. 730282

Umsóknir

Umsóknir við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: asaa@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi seinast mánadagin 4. apríl 2022 kl. 12.

____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri borgarar við demens, heimahjálp og heimasjúkrarøkt umframt fysio- og ergoterapi. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo

Lísing sum PDF