Er tú okkara nýggi starvsfelagi?
Vit søkja eftir heilsuhjálpara til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 18 sambýlispláss, harav nøkur eru stuttíðarpláss. Felags køkurin hjá Nánd er á Vesturstovu. Í røktini starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka fýra dagar um vikuna. Eisini koma Fysio- og ergoterapeutar regluliga á Vesturstovu.
Sum heilsuhjálpari kemur tú at veita búfólkunum grundleggjandi røkt, umsorgan og stuðul, og at eygleiða, meta og boða frá broytingum.
Talan er um
- Fast starv at byrja 1. juni 2026 ella skjótast gjørligt
- Arbeiðstíðin er full tíð í blandaðum vaktum, mest dagvaktir. Um ynski er at arbeiða niðursetta tíð, er tað eisini møguligt. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum heilsuhjálpari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730232 elsebeth@eystur.fo
Umsókn við prógvi og CV skulu sendast við telduposti til: elsebeth@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 30. apríl 2026.
Tú kanst lesa meira um Nánd her
