09.02.2018

Heildarverk tekur seg úr partalagssamstarvinum

Heildarverk hevur í dag, 08/02-2018, boðað frá, at fyritøkan tekur seg úr partalagssamstarvinum at byggja nýggja skúla í Fuglafirði.

 Ætlanin var, at byggingin av nýggja skúlanum skuldi skipast sum partalag, men hetta hevur ikki borið á mál. Tí verður nú arbeitt við at bjóða arbeiðið út sum vanligt útboð. Heildarverk hevur tó bjóðað seg til at gera alt betongarbeiðið liðugt.

 Mett verður ikki at hetta kemur at hava ávirkan á tíðarætlanina.

 Fuglafjarðar kommuna