Í samband við at borgarstjórin saman við 1. flokki í Fuglafjarðar skúla í dag settu spakan í jørðina fyri skúlabyggingina, skrivaðu borgarstórin Sonni á Horni og Torfinn Nón fyri Heildarverk undir sáttmála fyri jørðarbeiði, sum er 1. stigið at byggja nýggja skúlan í Fuglafirði.
Næsta stigið er at fáa sáttmála um sjálva byggingina undir land og er hetta arbeiðið í gongd og kann roknast við, at hetta er klárt áðrenn skúlin fer í summarfrí.
Jørðarbeiðið kemur eftir ætlan at taka hálvan fjórða mánað og tá tað er liðugt, verður farið beinanvegin undir sjálvt byggiarbeiðið og at taka gamla skúla niður.
Fuglafjarðar kommuna hevur saman við Heildarverk, MAP Arkitektum, SMJ og LBF skipað arbeiðið í partalagi.