04.10.2019

Havsbrún og Fuglafjarðar kommuna, styrkja samstarvið við 15 ára sáttmála

Fuglafjarðar kommuna, og P/F Havsbrún, hava undirskrivað ein 15 ára sáttmála, um at útbyggja Fuglafjarðar Havn.

Fuglafjarðar kommuna, ásannar, at stórur og fíggjarkrevjandi tørvur verður á útbyggingum av Fuglafjarðar Havn í komandi tíðum, fyri framhaldandi at tryggja menning og framburð, hjá havn og virkjum, við hesum eisini øktu framleiðsluni hjá Havsbrún.

 Tað slóðbrótandi við sáttmálanum er, at Havsbrún ger høvuðspartin av íløguni og stendur sum eigari av íløguni og fyri viðlíkahaldinum av ognini. Ein brúksavtala verður gjørd partanna millum, sum tryggjar kommunu og almenning at ferðast yvir og á økinum, sum Havsbrún er eigari av.

Økið, skal roknast sum partur av Fuglafjarðar Havn, og gevur Fuglafjarðar kommunu og havnamyndugleikum brúksrættindi.

 Ein tiltaksætlan fyri Fuglafjarðar Havn er gjørd av Teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu, við tekning og tilhoyrandi kostnaðarmeting frá Havsbrún. Talan er um eina íløguætlan, á umleið 500 mió kr., tey næstu árini.

 Í sáttmálaskeiðinum verða vørugjøld til Havsbrún lækkaði, sum eitt mótvirði fyri tær íløgur, ið verða gjørdar í Fuglafjarðar havn. Talan er bert um vørugjøld, øll onnur gjøld vera óbroytt.

 “Hetta hevur verið ein sera drúgv og strævin tilgongd, sum báðir partar, at enda eru samdir um. Fuglafjarðar kommuna, hevði ikki havt møguleika at fíggjað so stórar útbyggingar, sum Havsbrún komandi árini hevur tørv á, og tí eri eg sera fegin um, at hetta nú er loyst á ein slíkan hátt.  Eg, eri vísur í, at avgerðin er til frama fyri  bæði Fuglafjarðar kommunu og Havsbrún” sigur Kristian Petersen, vinnunevdarformaður í Fuglafjarðar kommunu

 ”Vit, eru fegin um, at vit eru komin á mál, við hesu sera drúgvu samráðingum og eru sannførd um, at sáttmálin fer at hava jaliga ávirkan, bæði fyri Havsbrún og ikki minst fyri Fuglafjarðar kommunu”, sigur Odd Eliasen, stjóri

 Spurningar kunnu stillast á tlf. nr. 238075 Sonni á Horni, borgarstjóri og tlf. 215160 Odd Eliasen, stjóri