Í sambandi við, at hátíðarhald verður í nýggja barnaskúlanum í Fuglafirði tann 2. apríl, hevði tað glett okkum at sæð tykkum øll henda dagin.
Verið hjartaliga vælkomin.
Áðrenn tiltakið
- Kl. 09.00 - 14.00 Almenn svimjing. Ókeypis
- Kl. 13.30 – 14.30 Hugni fyri øll fyrrverðandi starvsfólk í Fuglafjarðar skúla í gamla starvsfólkahølinum. Munnbitar, bobblir og prát
- Kl. 14.00 – 14.30 Dyrnar lata upp. Klavertónar í Miðhøllini
- Kl. 14.30 – 17.30 Fimleikafelagið Flog hevur rørslubreyt í gomlu fimleikahøllini. Fyri børn saman við vaksnum
Almenna hátíðarhaldið Kl. 14.30 – 16.00
- Rønn Eliasen, Mentanarleiðari bjóðar vælkomin. Tónleikaframførsla við 8.-9.fl. næmingum v/Martu á Lakjuni
- Dávur Juul, borgarstjóri, røðar
- Tónleikaframførsla við 8.-9.fl. næmingum v/Martu á Lakjuni
- Vígsla, Jógvan Fríðriksson, biskupur
- Barnakórið v/Martu á Lakjuni syngur
- Røða við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í Uttanríkis- og Mentamálum
- Filmsbrot: ”Tíðarlummi - meðan vit bygdu 2017 - 2022” v/Bjørg Mohr Anderssen
- Røða við Eyðun á Lakjuni, formanni í Mentamálanevndini
- Barnakórið v/Martu á Lakjuni syngur
- Røða v/Rúna Abrahamsen og Heidi H. Poulsen, MAP arkitekitektar
- Felagssangur – Landið eg bar við mær
- Rønn Eliasen, mentanarleiðari, greiðir frá listini, ið er gjørd til skúlan
- Frumframførsla: ”Songur til Fuglafjarðar skúla” eftir Alexandur Kristiansen, Frits Johannesen og Jógvan á Lakjuni
- Skúlastjórin, Berlys Toftadal, flytur fram røðu
- Umboð fyri næmingaráðið avdúka nýggja búmerkið hjá skúlanum
- Næmingar siga nøkur orð
- Skúlastýrisformaðurin, Leivur á Lakjuni, flytur fram røðu
- Brot úr sangleikinum hjá eNámi “High School Musical 3”
- Kl. 16.00 Rønn Eliasen endar løtuna og greiðir frá skránni víðari
Opið hús Kl. 16.00 – 17.30
- Opið hús við drekkamunni, livandi verkstøð, upplestur, næmingaframsýningar, filmsbrot, Fimleikafelagið Flog, Fuglafjarðar kvøldskúli og Fuglafjarðar musikkskúli vísa sítt virksemi v.m.
- Kl. 16.15 Hornorkestrið spælir
- Kl. 17.30 Takk fyri í dag!
- Kl. 19.00 Veitsla fyri innbodnum á Miðnámi.
Tak niður sum PDF