20.06.2023

Handverkari/arbeiðsfólk til vegadeildina hjá Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum handverkara/arbeiðsfólki til vegadeildina ,at byrja í føstum starvið við fastari løn 1. september ella skjótast tilber

Starvsinnihald
Halda vegakervið viðlíka
Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið
Graving í sambandi við jarðarferðir
Hjálpa til á gartnaradeildini eftir tørvi
Kavagrevstur
Salting

Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum. Hartil kemur ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur sum í dag eru fimm fólk.

Um teg
Tú ert handalig/-ur og hevur royndir frá líknandi starvið
Tú hevur koyrikort
Tað er ein fyrimunur um tú dugir at koyra maskinur
Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, ið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag ella Føroya arbeiðarafelaf og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mortan Joensen, formann á vegadeildini í Fuglafjarðar kommunu á tlf. 238020 ella mortanj@fuglafjordur.fo

Umsókn
Send okkum eina umsókn í seinasta lagi mánadagin 31.juli 2023 kl. 12.00
Umsóknir kunnu sendast á (alfred.fo)
Merkið umsóknina handverkari/ starvsfólk til vegadeildina