12.02.2022

Handverkarar og arbeiðsfólk til vega- og gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki til ruskøkið á Klovningi og tveimum handverkarum/arbeiðsfólkum til vega- og gartnaradeildina, harav tað eina starvið er sum varaformaður, og at byrja 1. apríl ella skjótast tilber. Talan er um tvey fastlønt størv og eitt tímalønt starv.

Vegna økt virksemi í Fuglafjarðar kommunu, og at fólk eru farin úr starvi, er neyðugt at manna størvini uppaftur.

Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum og ágrýtnum arbeiðsfólki til ruskøkið á Klovningi, og tveimum dugnaligum og ágrýtnum handverkarum/arbeiðsfólkum til vega- og gartanardeildina.

Í okkara dagliga arbeiði, verður dentur lagdur á at menna trivnaðin við sterkum felagsskapi, og at veita fleiri og betri tænastur til øll okkara viðskiftafólk.

Arbeiðsfólk til ruskøkið á Klovningi

Talan er um eitt tímalønt parttíðarstarv til móttøku av ruski hjá Fuglafjarðar kommunu. Tú kemur at passa ruskøkið á Klovningi, og kemur at hava tilvísing til arbeiðsformannin á vegadeildini.

Deildin hoyrir undir teknisku deild, men arbeiðir í tøttum samstarvi við aðrar deildir, so sum gartnaradeildini, og mentunardeildini og sosialu deild.

Arbeiðsøkið hjá deildini er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum.

Arbeiðstíðirnar eru hesar

Týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00 og leygardag frá kl. 14.00 til 18.00. Talan er um tilsamans 12 tímar íroknað til- og avrigging.

Starvsinnihald

  • Taka ímóti burturkasti frá privatfólki í Fuglafjarðar kommunu
  • Vegleiða kundar viðvíkjandi burturkasti
  • Skilja rusk sambært vegleiðingini hjá IRF
  • Halda økið rudduligt og pent
  • Syrgja fyri, at byngjur og íløt verða avheintaði av IRF til tíðina

Førleikakrøv

  • Vit søkja eftir arbeiðsfólki
  • Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur
  • Tann ið settur verður, fær skeið hjá IRF í sambandi við skyljing av burturkasti og handfaring av vandamilkum burturkasti
  • Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
  • Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • Umráðandi er, at viðkomadi er røkin, jalig/ur, væl skipað/ur, dugir væl við fólki og er tænastusinnnað/ur

Handverkari/varaformaður til vega- og gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu

Talan er um fastlønt starv til vega- og gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu. Tú kemur at avloysa formennirnar á vega- og gartnaradeildini, tá teimum berst frá.

Á deildini starvast átta fólk. Í starvinum kemur tú at arbeiða í toymum við vegakervinum, vatnverkum, vatnveiting, kloakkering og vetrarhaldi.

Deildin hoyrir undir teknisku deild, men arbeiðir í tøttum samstarvið við aðrar deildir, so sum gartnaradeildni, mentunardeildini og sosialu deild.

Arbeiðsøkið hjá deildini er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum.

Starvsinnihald

  • Halda vegakervið viðlíka
  • Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
  • Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið
  • Skráseting
  • Graving í sambandi við jarðarferðir
  • Hjálpa til á gartnaradeildini eftir tørvi
  • Kavagrevstur
  • Salting

Førleikakrøv

  • Vit søkja eftir handverkarum/arbeiðsfólkum
  • Koyrikort er eitt krav
  • Góðan tekniskan og/ella tøkniligan sans
  • Tað er ein fyrimunur at duga at koyra maskinur
  • Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði
  • Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
  • Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • Umráðandi er, at viðkomadi er røkin, jaligur, væl skipaður, dugir væl við fólki og er tænastusinnnað/ur

 Handverkari/arbeiðsfólk til vegadeildina hjá Fuglafjarðar kommunu

Talan er um fastlønt starv til vegadeildina hjá Fuglafjarðar kommunu. Á deildini starvast átta fólk. Í starvinum kemur tú at arbeiða í toymum við vegakervinum, vatnverkum, vatnveiting, kloakkering og vetrarhaldi.

Deildin hoyrir undir teknisku deild, men arbeiðir í tøttum samstarvið við aðrar deildir, so sum gartnaradeildni, mentunardeildini og sosialu deild.

Arbeiðsøkið hjá deildini er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum.

Starvsinnihald

  • Halda vegakervið viðlíka
  • Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
  • Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið
  • Skráseting av tekniskum leiðingum
  • Graving í sambandi við jarðarferðir
  • Hjálpa til á gartnaradeildini eftir tørvi
  • Kavagrevstur
  • Salting
  • Hjálpa til úti á ruskøkinum á Klovningi, tá tørvur er á tí

Førleikakrøv

  • Vit søkja eftir handverkarum/arbeiðsfólkum
  • Koyrikort er eitt krav
  • Góðan tekniskan og/ella tøkniligan sans
  • Tað er ein fyrimunur at duga at koyra maskinur
  • Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur
  • Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
  • Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • Umráðandi er, at viðkomadi er røkin, jalig/ur, væl skipað/ur, dugir væl við fólki og er tænastusinnnað/ur

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið á ruskøkinum á Klovningi er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Um handverkari verður settur í starv, so verður starvið sett sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Fleiri upplýsingar um størvini

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Mortan Joensen, formann á vegadeildini, á telefon 238020, ella Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á telefon 238093.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við prógvum, CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:

info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja størvini

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. februar 2022 kl. 12:00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Starvslýsing sum PDF

Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið
120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6. 

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari tekniskari deild, mentanardeild, sosialu deild og fíggjardeild. Deildirnar vísa bygnaðarliga til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran, sum hevur tilvísing til býráðið, ið telur 9 limir. 

Tekniska deild er skipað við einari vega- og gartnaradeild. Húsavørðar, sløkkiliðið og Fuglafjarðar havn hoyra bygnaðarliga eisini til teknisku deild.