15.12.2020

Guðrið Poulsen fer at gera minnismerki fyri kvinnur deyðar í barsilssong

(Tíðindaskriv frá stigtakarunum)

Vit fegnast um at avdúka, at tað verður Guðrið Poulsen, sum kemur at gera minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong. Minnismerkið skal reisast í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.

Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.

Hugskotið til minnismerkið spratt á Allahalgannadegi í 2018, og síðani fóru fyrireikingarnar í gongd. Tíðliga í vár varð uppgávan boðin út, og nú fegnast vit tríggjar, sum hava tikið stigið til hetta, saman við umboðum fyri LISA og Fuglafjarðar kommunu um at avdúka, at tað verður leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum nú fer at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið. Við minnismerkinum geva vit ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.

Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:

”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul. Súlan er stoypt í bronsu.”

Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarliga vælvild við góðum triðingi av teimum 700.000 krónunum, sum standmyndin fer at kosta. Eisini hevur kommunan peika á eitt øki í Miðstaðarlundini til endamálið. Miðstaðarlundin hýsir frammanundan felagsítriv, so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er júst, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.

Tey ið ynskja at stuðla minnismerkinum kunnu flyta pening á konto í Norðoya Sparikassa 9865 - 3070306, ið er stovnað til endamálið.

Vit ynskja Guðrið Poulsen góða eydnu við arbeiðinum.

Vegna stigtakararnar: Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.