Kommunan arbeiðir við eini heildarætlan fyri Fuglafjarðar kommunu um býarplanlegging. Økini, ið arbeitt verða við, eru Fuglafjørður, Kambsdalur og Hellurnar.
Í hesum sambandi, verður leypandi kunning løgd út á heimasíðuna um tøk grundøkir, í hesum førinum til sethús á Kambsdali. Víst verður til www.fuglafjordur.fo við slóðini Borgari/Bygging/Heildarætlan.
Hesi grundøkir eru planeraði íroknað tekniskar leiðingar so sum vatn-, kloakk-, el- og telefonleiðingar. Felags reinsiverk er á Kambsdali. Arbeit verður við at víkka útstykkingina. Kostnaðurin fyri grundøkið er kr. 200.000,-.
Meira kunning fæst við at venda sær til Fuglafjarðar kommunu við at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo.